Pláss fyri 80 børnum afturat í dagrøktini

Dagrøktasskipanin er normerað og góðkend til 300 børn. Kortini eru bert 220 børn í skipanini í dag.

Orsøkin er, at tað hevur verið sera trupult at fáa nóg nógv dagrøktarheim í Tórshavnar kommunu seinastu árini.

Fyri at fáa dagrøktararheim til tey 80 børnini, sum skipanin hevur pláss fyri afturat, hevur býráðið gjørt av, at dagrøktir sjálvar kunnu ansa egnum børnum í dagrøktarsskipanini.

Hetta hevur tó einki at gera við, at foreldur fáa gjald fyri at vera heima og ansa egnum børnum. Harafturímóti gera vit dagrøktarskipanina einfaldari. Við nýggju skipanini ber til hjá eini mammu, sum t.d. eigur tvey børn undir skúlaaldri, at taka trý onnur børn inn umframt síni tvey og harvið gerast dagrøkt hjá fimm børnum. Tað ber ikki til at vera dagrøkt bara hjá sínum egnum børnum.

Ætlanin við hesi broyting er at minka um trýstið á langa bíðilistanum til barnagarðspláss, har m.a. børn hjá dagrøktum í dag eru. Á henda hátt sláa vit tvær flugur við ein smekk: Vit fáa fleiri dagrøktir, og dagrøktir, sum í dag hava egin børn á stovni ella í aðrar dagrøkt, kunna nú hava børnini heima og geva pláss fyri øðrum børnum.

Fyri at ansa egnum børnum skalt tú rinda sama foreldragjald sum onnur. Um ein dagrøkt, sum ansar egnum børnum heima, fer í annað starv, fær viðkomandi tó ikki framíhjárætt fyri egin børn til annað pláss.

Í løtuni er nógv tey flestu dagrøktarbørnini undir trý ár. Hetta ger, at vit mugu hava fleiri dagrøktarheim enn frammanundan, tá vit loyvdu fimm børnum undir skúlaaldri - óasnæð aldur.

Henda skipanin er roynd við góðum úrslitum í Vestmanna, Klaksvík eins og í Danmark og Noregi. Talan er ikki um eina spildurnýggja skipan, eins og áður er ført fram.

Tórshavnar Kommuna vónar við hesi broyting at fáa fleiri egnað dagrøktarheim. Hetta er ikki fyri at økja um skipanina, men fyri at kunna bjóða ta tænastuna, sum skipanini er góðkend og ætlað til. Vónandi fer hetta at minka um bíðilistan.


Elin Lindenskov forkvinna í sosialu nevnd