Pisufundur á Gøtusandi

Í dag klokkan 17 var pisufundur á Gøtusandi, har tær umleið 100 pisurnar av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy hildu fund, nú teirra skúlaskeið er lokið.

 

Gestarøðarin í ár var presturin á Viðareiði, Maria Jørðdal Niclassen.

 

Fyri studentarnar flutti Heðin Arge úr Klaksvík fram røðu, og fyri HF'ararnar var tað Rósa Olsen, sum helt røðu.

 

Fulgafjarðar Hornorkestur setti dám á løtuna, har umframt allar pisurnar eisini ein hópur av avvarðandi, lærarum og øðrum vórðu møtt at fagna studentunum og HF'arunum.

 

Prógvini verða handað á Kambsdali hósdagin klokkan 13.

 

Myndirnar tók Hanna Jensen