Komandi týskvøld kl. 19.30 verður Pisudagur fyri tey, sum ætla sær undir hægri lestur eftir summarsteðgin. Á skránni er millum annað frágreiðing um praktisk viðurskifti, sum hugsast skal um, tá farið verður undir hægri lesna. Eisini spælir Høgni Reistrup tónleik Ungdómsdeildin hjá Eik uppi við SMS verður komandi týskvøld karmur um Pisudagin 2007. Hesin dagur er eitt afturvendandi tiltak, sum Meginfelag Føroyskra Studenta saman við Altjóða Skrivstovuni og Eik skipa fyri á hvørjum ári, og er hetta tiltak ætlað teimum, ið ætla sær undir hægri lesnað.
Tiltakið byrjar kl. 19:30 og á skránni vera framløgur frá teimum nýggju geografisku MFS-nevndunum, sum saman við Altjóða Skrivstovuni fara at greiða frá um ymisk praktisk viðurskifti, sum hugsast skal um, tá farið verður undir hægri lesnað.
Á staðnum vera umboð fyri Keypmannahavn, Århus, Odense og Aalborg úr Danmark, umboð úr Noreg, Svøríki og Stórabretlandi.
Eftir framløgurnar verður tónleikur við Høgna Reistrup á skránni umframt okkurt ábit, og møguleiki fyri at seta spurningar.