Pisa: Tað gongur framá hjá Føroyum

Vit hava framgongd, men vit hava nógv at arbeiða við

 

- Vit eru framvegis undir miðal í Pisakanningini.

 

Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú úrslitið av núggjastu Pisa kanningini varð kunngjørt í morgun.

 

Hann sigur, at sostatt hava vit nógv at arbeiða við.

 

Men hann staðfestir samstundis, at vit hava framgongd á øllum økjum og tað eiga vit at fegnast um.

 

Á myndini greiðir hann frá úrslitinum av Pisakannngini í Mentamálaráðnum í morgun.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat landsstýrismaðurin metir um føroyska úrslitið av Pisa kanningini í samrøðu við Rannvá Gaard Fossaberg