Ingolf S. Olsen
----
Føroyskir næmingar eru eftirbátar í øllum lærugreinum sambært Pisa-kanningunum, og hóast ein framgongd er at hóma í hesi seinastu kanningini í mun til hana í 2009, so sær so svart út, at millum annað formaðurin í Lærarfelagnum alment hevur kallað úrslitið eina katastrofu.
Men Rannvá Skeel Johannesen, føroysktlærari og flokslærari hjá einum 9. flokki á Eysturskúlanum, hevur ikki fingið andvekur av Pisa-kanningini. Og tað er ikki tí, at kanningin rósar lesiførleikunum hjá føroysku 9. floks-næmingunum. Har eru vit – eins og í støddfrøði og náttúruvísund – ringast av øllum norðurlondum, og serliga hjá dreingjunum stendur illa til sambært Pisa. Teirra lesiførleikastig er eitt heilt skúlaár aftanfyri genturnar.
- Pisa fyllir ikki nógv hjá okkum, tí kanningin mátar hvørki førleikarnar, ella hvat næmingarnir hava fingið burtur úr, í mun til okkara námsætlanir. Tí fái eg ikki brúkt hasa kanningina til nakað í míni undirvísing, sigur Rannvá Skeel Johannesen.
Búskaparkanning
Hon heldur als ikki, at skúlarnir eiga at taka úrslitið av Pisa-kanningini fyri fult, tí kanningin er ikki ætlað teimum.
- Tað er OECD, sum er ein búskaparligur felagsskapur, ið stendur fyri Pisa-kanningunum. Tað eru 66 búskapir, ið kappast her, og ikki 66 skúlaskipanir. Kanningin er ikki gjørd til skúlarnar at taka støðu til, men til politikararnar. Tí liggur bólturin hjá teimum, um Pisa-úrslitið skal hava nakrar avleiðingar, og ikki hjá skúlunum, sigur Rannvá Skeel Johannesen.
Hon nevnir eina røð av møguligum orsøkum til, at føroyskir næmingar ikki standa seg so væl í Pisa-kanningum, tá tað snýr seg um lesiførleikar.
Eitt nú eru flest øll teldu- og snildtelefonforrit á fremmandum máli, og í sjónvarpinum er bert tilfar til tey smæstu tekstað á føroyskum, ella hevur fingið føroyska talu.
- Tað sigur seg sjálvt, at so nógvur ágangur á okkara mál, sum frammanundan er so ungt og tískil veikt sum skriftmál, hevur negativa ávirkan á lesiførleikarnar. Teir eru eisini amboðið í øllum øðrum lærugreinum, sum tískil eisini líða undir hesum.
- Afturat allari ávirkanini uttanífrá kemur so okkara samfelagsligi hugburður til skúlaskap. Føroyar eru eitt lítið land við einari stórari høvuðsvinnu, og her líkjast vit nógv øðrum smáum samfeløgum við bert einum stórum vinnuvegi – tey klára seg heldur ikki so væl innan skúlaskap. Áhugavert hevði verið, um næmingar okkara royndu eina danska Pisa-kanning. Her halda fakfólk, at pisaúrslitið tá møguliga hevði verið eini 30 prosent hægri. So týdningarmikið er, at vit raðfesta móðurmál okkara. Ein trupulleiki er ivaleyst, at næmingarnir duga ov illa móðurmálið, sigur Rannvá Skeel Johannesen.
Duga eins væl
Men niðurstøðan er ikki, at okkara 9. floks næmingar hava verri evni at læra enn teirra javnaldrar í londunum rundan um okkum.
- Tað er onki, sum bendir á, at føroyingar klára seg verri, tá teir fáa sær útbúgving eftir fólkaskúlan. Tvørturímóti so gera føroyingar vart við seg bæði í vinnuhøpi, og tá tað kemur til hægri lestur, staðfestir Rannvá Skeel Johannesen.
Hon heldur, at føroysku lærararnir skulu halda seg til sínar námsætlanir, og skúlarnir skulu lata tey tiltøkini, ið longu eru sett í verk at betra um lesiførleikarnar, sleppa at virka, heldur enn at stara seg blindan upp á Pisa-kanningar. Og um vit endiliga vilja gera Pisa-kanningar, so sæst tað, sum varð sett í verk eftir kanningina í 2006, ikki aftur við fullari megi fyrr enn í kanningini, sum verður í 2018.
- Vit fingu nýggjar námsætlanir, nýggjar próvtøkuhættir og ein nýggjan próvtalsstiga í fjør. Tað sær út til at rigga væl, og tað er í øllum førum í mun til hetta, vit skulu meta um og eftirmeta okkara undirvísing. Og so skulu vit krevja, at skúlin og útbúgvingin av okkara ungu verða sædd sum ein felags uppgáva hjá okkum øllum.
- Skúlaskapur verður samanumtikið ikki serliga høgt virdur í Føroyum. Øll tykjast vita alt um skúlan, men ongin kemur at spyrja ella tosa við okkum um hann. Klára børn seg illa í skúlanum, eru fólk ógvuliga skjót at geva lærarunum og skúlanum skyldina. Her vil eg fegin verja borg, tí tað er ikki skúlin og lærararnir, ið einsamøll hava ábyrgdina fyri, at vit hava ein góðan skúla. Tað er ein samfelagslig uppgáva, sum vit øll skulu lyfta í felag, sigur Rannvá Skeel Johannesen og leggur afturat:
- Finnland klárar seg best í Pisa av norðurlondunum, og har hevur skúlaskapur altíð verið høgt virdur. Har hava lærarar høgan status og verða eisini brúktir sum politiskir ráðgevarar.
Ongin er framúr
Eysturskúla-lærarin heldur, at vit skulu halda fast um ein inkluderandi skúla – ein skúla, ið ikki býtir næmingar upp í serligar flokkar fyri tey, ið hava lætt við at læra, og tey, ið hava tørv á hjálp í skúlanum. Men hon ivast kortini í, um skúlin á ávísum førum kanska er ov inkluderandi.
- Í Pisa-kanningini er ongin føroyskur framúr-næmingur. Tað sigur eitt sindur – eisini sjálvt um, eg ikki taki kanningina í so stórum álvara. Vit hjálpa næmingum, ið eru bókliga illa fyri, men vit hava onki sertilboð til tey í hinum endanum. Tað skuldu vit kanska havt. Vit kundu til dømis flokka lærugreinarnar í hástig, miðstig og grundstig, so øll kunnu fáa undirvísing og sleppa at virka á einum stigi, sum er í samsvar við teirra førleikar, sigur hon.
- Vit skulu í øllu førum vita, at við skúla er tað sum við ítrótti – fyri at verða ein elituskúlanæmingur krevst nógv arbeiði, bæði av næmingi og lærara. Og her er tað helst aftur okkara skúlahugburður ella kanska okkara fólkasál, ið er upp á spæl. Vit taka ikki okkum sjálvi í so stórum álvara, heldur ikki skúlan og Pisa-kanningarnar, sigur Rannvá Skeel Johannesen.
- Hetta hevur nakað við samleika okkara at gera og er ikki, tí vit ikki tíma ella vita. So er spurningurin sjálvandi, hví samleiki okkara er tann, ið hann er, og her haldi eg, at tað hevur nakað við okkara tjóðarligu sjálvsfatan at gera, sigur hon.
Spurningurin er so, um vit framhaldandi skulu vera við í Pisa.
- Um vit halda Pisa-kanningarnar vera eftirfarandi, so er svarið ja. Um ikki, so er svari nei, og eg haldi ikki, at kanningin er eftirfarandi, sigur Rannvá Skeel Johannesen.