Fyri fyrstu ferð í 44 ár hevur ein keisarapingvin svomið frá Antarktis til Ný Sælands. Pingvinin, sum er ein knappan metur høg, kom í land á Kapiti-strondini á teirri norðaru oynni, og hon hevur sostatt svomið 1.620 fjórðingar.
Blaðið The Dominion Post skrivar, at tað var ein kvinna, sum kom fram á tann sjáldsama gestin. Serfrøðingar vænta, at pingvinin finnur aftur til Antarktis, um hon fær frið fyri fólki, meðan hon hvílir seg í Ný Sælandi.
Tað hendir av og á, at djór svimja frá Antarktis til Ný Sælands, men serfrøðingar duga ikki at siga, hví djórini fara á eina so langa ferð.