Pínan hvarv saman við yvirvektini

- Tá venjingin er í gongd koyrir hann sera hart á. Hann bítur saman tenn og gevur alt hann kann til pausan kemur. Tá pausan er liðug byrjar hann uppá sekundið. Har er onki grenj og undanførslur, og hevur hann viðmerkingar ella spurningar er tað altíð konstruktivt, sigur venjarin.

Klænkiskeiðið, sum byrjaði fyrst í hesum árinum í venjingarmiðstøðini Fullpower Føroyar í Klaksvík, er nú at enda komið. Endamálið við hesum skeiðnum var at fáa luttakararnar at klænka seg, greiðir Magnus Norðberg, venjari og kostráðgevi í Fullpower Føroyar, frá.

 

-Fyri at gera tað líka fyri øll, so var kappingin gjørd soleiðis at vinnarin var tann, ið tapti seg mest í prosentum. Hjalgrím Svødsein minkaði yvir 21 prosent í vekt, og 23 kilo, tá skeiðið var av. Vinningurin var eitt gávukort frá hárfríðkanarstovuni Evoke á 2000 krónur, umframt gávukort frá Fullpoert til tríggjar mánaðar venjing, sigur Magnus.

 

Magnus sigur at Hjalgrím Svødstein møtti klárur upp fyrsta dagin, og tók alt skeiðið í álvara.

 

- Tá venjingin er í gongd koyrir hann sera hart á. Hann bítur saman tenn og gevur alt hann kann til pausan kemur. Tá pausan er liðug byrjar hann uppá sekundið. Har er onki grenj og undanførslur, og hevur hann viðmerkingar ella spurningar er tað altíð konstruktivt, sigur venjarin.

 

Sjálvur sigur Hjalgrím Svødstein at nýggja málið hjá honum nú er at náa idealvekt síni og at hann bert manglar nøkur fá kilo. Eisini ynskir hann nú at halda vektini og at halda áfram við venjingini.

 

- Alt er blivið nógv lættari síðani eg lætnaði. Eg orkaði illa arbeiði, tá eg vigaði ov nógv, og hevði ofta ilt í rygginum ella í knænum. Øll pínan er nú vekk, eg eri fullur av orku og havi tað nógv betri, sigur Hjalgrím Svødstein til endans.