- Hesir báðir vóru bestu vinmenn. Aldrin eitt øvut orð teirra millum. Aldursmunurin var 72 ár. Myndin (oman fyri) er tikin, tá drotningavitjan var á Sandi fyrst í 1980-unum.
Soleiðis skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu á sínari facebook-síðu, nú dagarnir fækkast, til Sandoyggin fær drotningavitjan.
Og borgarstjórin heldur fram:
- Tann eldri á myndini, sum við foldaðum hondum hvílir seg niður á træverkið á Reynagarði - abbi mín, Jóhan í Hovi - liggur undir grønu torvu. Tann yngri, ið errin hevur Merkið yvir høvd, eygleiðandi drotningahóvastákið, fyrireikar seg í hesum døgum saman við góðum fólki til nýggja drotningavitjan hin 15 juni.
Borgarstjórin vísir á, at nú verður tað pilturin á myndini - sum er Brandur Sandoy sjálvur - ið verður vertur fyri drotningini.
- Hesaferð verða myndir tiknar av øðrum ungdómi, sum um nøkur ár verður vertur fyri aðrari vitjan á Sandi.
Brandur Sandoy tekur til, at soleiðis gongur tíðin.
- Tað, sum er týdningarmikið, er at njóta løturnar í lívinum, fylla í leypin av upplivingum og gera ein mun, og eg gleði meg til avbjóðingina 15. juni, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.