Pilou Asbæk telist millum best umtóktu sjónleikararnar í Danmark í løtuni. Hann hevur umvegis sjónvarpsrøðir sum Borgen og 1864 og biograffilmar sligið sítt navn fast sum ein tann dugnaligasti filmsleikarin í danska ríkinum.
Nú eru boð eftir Pilou Asbæk úr Hollywood, har ein nýggj innspæling skal gerast av kenda stórfilminum Ben Hur.
Pilou Asbæk skal hava leiklutin sum Pontius Pilatus í nýggja Hollywood filminum, og hann skal spæla saman við eitt nú Morgan Freeman og Jack Huston.
Framleiðslan av filminum byrjar í ár, men filmurin hevur frumsýning næsta ár.