Piddi hevði ongastaðni at fara

Hóast Piddi og konan vóru skild, vildi Piddi fegin hava, at konan skuldi flyta inn aftur til hansara at búgva.

Tað greiddi fyrrverandi kona hansara frá í Føroya Rætti í morgun.

Hon hevði hoyrt, at hann skuldi flyta til Fuglafjarðar, tí tað hevði ákærdi sagt henni. Áður hevði Piddi tosað við konuna um, at hann hevði ongastaðni at fara og nevndi tí, at hann kanska skuldi flyta til Havnar, ella kanska av landinum.

Konan greiddi eisini frá, at Piddi hevði sagt sær, at hann orkaði ikki, at nakar annar maður skuldi flyta inn í húsini hjá teimum báðum, og tí mátti tað ikki grettast fyri Pidda, at ákærdi skuldi flyta við henni inn í húsini.

Verjin hjá ákærda manninum vildi vita, nær tey bæði høvdu avtalað, at ákærdi skuldi koyra børnini í skúla fríggjamorgunin, men tað mintist fyrrverandi kona Pidda ikki.

Ákærdi var í veruleikanum ikki so ofta heima hjá fyrrverandi konu Pidda, men heldur hittust tey hjá honum.

Hon undraði seg ikki so nógv um, at tað var blóð í sovikamarinum hjá Pidda, tí ofta bløddi hann illa næsablóð.