Piddamálið:Nevndi arbeiðsfelagar fyri advokatar

Allur dagurin í Føroya rætti í dag fer við at avhoyra tann ákærda mannin í Piddamálinum.

Fyrrapartin avhoyrdi ákærin mannin um ætlanirnar hjá honum og fyrrverandi konu Pidda um at yvirtaka húsini hjá Pidda og teimum ella eisini at keypa onnur hús.

Fleiri sms og boð á Facebook eru løgd fram, og har nevndi tann ákærdi fleiri ferðir, at hansara advokatur og advokaturin hjá fyrrverandi konu Pidda høvdu tosað saman ella skuldu tosa saman. Tað var alt lygn.

Í einum boði skrivaði hann, at hann skuldi tosa við ein advokat, men tann ákærdi upplýsti, at tað var ikki nakar advokatur, hann skuldi tosa við.

Hann nevndi starvsfelagar fyri advokatar, og ein advokat, sum hann nevndi í einum boði, í veruleikanum var besti starvsfelagi hansara, sum búði í Lamba, navnið mintist hann ikki.

Komið er eisini inn á, hvar hann var staddur ta náttina, sum Pidda seinast tosaði í telefon. Maðurin hevur áður sagt, at hann fór beint frá arbeiðsplássinum á midnátt heim til unnustuna, men í dag segði hann, at hann hevði verið heima fyrst, vaskað sær og etið.

Hann hevði eisini verið í Runavík og roynt at keypt brennievni til bilin. Tað var til hansara egna bil. Hin bilurin var stolin. Hann hevði koyrt avstað og elti bilin til Norðoyatunnilin og heim aftur.

Ákærin hevur tráðspurt hann, hví fleiri avhoyringar skuldu til, áðrenn hann kom við upplýsingum um stolna bilin og um, hvat hann hevði sæð í Norðoyatunlinum.

Teir spurningarnir góvu einki greitt svar.