Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, gav sjálvur løgregluni slóðir at elta í royndunum at finna Pidda aftur.
Tvær ferðir gav hann løgregluni tipp um, hvar Piddi kundi vera.
Aðru ferðina fann løgreglan spor eftir Pidda, men aðru ferðina var onki hald í tippinum.
Tá ið løgreglan eina ferðina fann blóðspor eftir Pidda og ein skógv, var tað ákærdi sjálvur, sum vísti løgregluni á hesa slóðina.
Hann segði, at hann hevði illgruna um hetta staðið frá tí, at skodabilurin, hann hevði koyrt í, var stolin eina náttina.
Hann hevði koyrt aftan á yvir til Norðoyatunnilin, men hann fór ikki aftan á bilin ígjøgnum tunnilin, tí hann átti ikki fyri tunnilsgjaldið.
Trý fólk vóru í skodabilinum, tá ið hann fór í tunnilin
Hann bíðaði uttanfyri, men tá ið skodabilurin kom út aftur, vóru bara tvey fólk í honum.
Hann hevði kannað eftir, hvussu leingi bilurin var í tunlinum. Í meðan bilurin var í tunlinum, hevði hann roykt tvær sigarettir og so lukkaðist hann eisini at pissa.
Dagin eftir fór hann at vita, hvussu langa tíð tað tók og so koyrdi hann inn í tunnilin at vita, hvussu langt inn tað bar til at koyra og aftur upp á hesa tíðina.
Hann kom eftir, at bilurin mátti vera steðgaður við tað stóra víkiplássi leirvíksmegin.
Hann hevði koyrt framvið har og hevði sæð ein myrkan blett á asfaltinum, sum kundi vera blóð, men hann var ikki farin úr bilinum at kanna hetta nærri.
Tað var hetta, hann boðaði løgregluni frá og tá løgreglan fór at leita, funnu tey blóðspor av Pidda og ein skógv.
Ákærin spurdi, hvussu hann kundi vita, hvussu skjótt skodabilurin hevði koyrt í tunlinum, tí tað var avgerðandi fyri, hvussu langt inn hann kom.
Tað dugdi hin ákærdi ikki at siga nakað um.
Hann hevði eisini fortalt Pidda, at hann hevði sæð ein bil á vegnum til vindmyllurnar í Neshaganum, har tveir mans høvdu tikið ein posa úr bilinum vil onkrum í og høvdu grivið tað niður.
Men hann dugdi ikki at siga, hvat slag av bili tað var, ella hvussu menninir sóu út.
Hann tvíhelt um, at hann hevði ongantíð talað orð um, at tað var Piddi. Hann avsannaði eisini, at hann einaferð hevur sagt við løgregluna, at tað var eitt lík.
Í rættinum dag segði hann, at talan kundi vera um ein seyð ella ein hund, ella okkurt annað dýr. Men hann vitsti eisini, at Piddi var ikki stórur maður, men førur.
Hann hevði onga forkláring uppá, hví hann hevði fortalt løgregluni hetta, um so var, at hann helt, at talav var um eitt djór av onkrum slagi.
Tað vísti seg eisini, at leitingin hjá løgregluni var úrslitaleys.