Politisturin, sum handtók tann ákærda, greiddi í rættinum frá, hvussu atburðurin var hjá tí ákærda, tá ið hann varð avhoyrdur, beint áðrenn hann var handtikin.
Hansara søga var, at tann ákærdi skapaði sær og lætst at smella í gólvið.
Tann ákærdi var á Landssjúkrahúsinum, og politiið fór eftir honum fyri at avhoyra hann. Hetta var um middagsleitið, og klokkan 18 varð hann handtikin.
Politisturin greiddi frá, at mitt undir avhoyringini, kastaði maðurin seg niður á gólvið. Tað minti um herindi, sum vóru ógvuslig. Stólurin koppaði.
- Hann lá har útstrektur og flippaði út, segði politisturin, sum fekk eygasamband við mannin og kom eftir, at einki var galið.
Tað sama hendi aftur, og politisturin stóð bara og bíðaði.
- Eg bað hann gevast við hasum, tí annars varð eg noyddur at leggja hann í hondjørn, og so lovaði hann at lata vera, segði politisturin.
Hann fór út á Landssjukrahusið at fáa mannin kannaðan, og læknin, sum tók ímóti, var tann sami, sum hevði tikið ímóti manninum, tá ið hann varð innlagdur nakrar dagar frammanundan. Politisturin greiddi læknanum frá, hvat var hent, og læknin svaraði, at manninum bagdi einki.