Starvsfólk hjá amerikonsku rúmdarumsitingini lupu um hálsin á hvør øðrum, tá rúmdarfarið Phoenix setti seg á gongustjørnuni Mars Phoenix kom inn í atmosferuna kring Mars við meiri enn 20.000 kilometra ferð um tíman, og hitin kring skjøldurin kom upp í 1.400 stig. Men alt gekk eftir ætlan, og farið setti seg í øllum góðum.
Phoenix skal nú taka royndir á Mars. Endamálið er at kanna, um nakað tekin um lív er at finna á teirri reyðu gongustjørnuni.
Ein partur av útgerðini umborð á Phoenix er gjørd í Danmark.