Petur Reinert: Eg skuldi havt givið reytt

Dómarin viðgongur, at hann skuldi havt givið KÍ-spælara reytt kort í gjár

Petur Reinert, dómari, viðgongur, at hann skuldi havt sent Dani Pavlovic av vøllinum í gjár, tá verjuleikarin hjá Kí feldið áleypara hjá 07 Vestur.

 

- Hasum fái eg ikki logið meg frá! Hatta skuldi verið reytt. Eg meti í støðuni, at 4-arin hjá KÍ hevur møguleika at takkla bóltin - video vísir, at eg tók feil. Tað er sjálvandi harmiligt, og eg skilji frustratiónirnar hjá vágamonnum, skrivar Petur Reinert á kjaktrái í kjakbólkinum, Føroyskt fótbóltskjak á Facebook.

 

Síggja samandráttin og hendingina frá dystinum við at trýsta HER (Norðlýsið.fo)

 

KÍ vann í gjár 3-0 á 07 Vestur í 17. umfari í Betri deildini hjá monnum. Stigatalvan sigur, at sigurin als ikki er óvæntaður, men hevði Deni Pavlovic fingið reytt kort, so hevði tað broytt fortreytirnar hjá KÍ.

 

Hóast Deni Pavlovic, sum hevur verið ein sannur brandur í verjuni hjá KÍ í ár, bara fekk gula kortið, so er revsingin hørð. Hetta er hansara sjeynda gula kort í landskappingini, sum merkir at hann má sita uttanfyri móti HB komandi fríggjadag.

 

Í dag er fimti og seinasti dysturin í 17. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann er millum Suðringar og B36. FM1 sigur frá dystinum.