Petur Pólson við nýggjum yrkingasavni

Fyri fyrstu ferð í sjey ár gevur yrkjarin og tónleikarin Petur Pólson nú aftur út eitt nýtt yrkingasavn

?Hamskifti? er heitið á nýggja yrkingasavninum hjá Peturi Pólson, sum kemur út í næstum.

Sostatt eru sjey ár liðin, síðani Petur Pólson gav út eitt yrkingasavn.

?Í somu sjey ár hevur Petur livað turrumegin tilveruna. Dysturin við brennivínsdevulin og aðrar illar andar gerst í hesum savni drívmegin at fata borgarligu tilveruna og seta hana í glas og rammu, sum menniskja, pápi og lærari, ? skrivar Birgir Kruse millum annað í fororðunum til ?Hamskifti?

Hóast yrkingarnar tykjast at hvíla tungt á pappírinum, er oftast okkurt, sum lyftir tær upp frá og snarar teimum á aftur. Ein farri av iva, eitt vet av undran og forvitnir neistar av gleði tamba áhaldandi yrkingarnar, so røddin illa fær slept teimum ? ella lívinum

Petur Pólson hevur javnan vakt stóran ans sum yrkjari. Eitt nú, tá hann í 1997 gav út savnið ?Ongin sól er til?, ið gav honum Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Í ?Hamskifti? eru 30 yrkingar, skrivaðar í tíðarskeiðinum 2002 til 2006.

Tað er forlagið Grønhólmur, ið gevur savnið út, sum væntast at vera í bókabúðunum fyrst í juli mánað.

Heidi Andreassen hevur gjørt permumyndina til ?Hamskifti?