Petur Martin Petersen seksti

D- dagurin er føðingardagur Petur Martins. Ein rembing , sum fór fram undir øðrum himmalhválvi enn okkara, men roykin av hesum herviliga bardaga kendu føroyingar

Liðin eru 60 ár síðan henda orrusta hasaði av, og hevur verið nógv skrivað og umrøtt um bardagan í skrift og talu ta síðstu tíðina. Nú er tað so komið har til at Petur Martin fyllir 60. Føddur, meðan eldtungur og roykur frá hesum ómegadøgum sleiktu teir brendu húsajakslarnar kring Evropa. Síðani tá hevur so gott sum friður verið í Evropa, hóast orrustur hava stungið seg upp t. d. á Balkan og Norðurírlandi, so hevur friður valdað. Tað var ikki hetta, sum eg skuldi umrøða, men bert vísa á hvussu støðan var um hetta mundið, tá ið drongurin kom í verðina.

Unna

Nú havi eg kent mannin frá barnsbeini av, og hava vit altíð verið væl. Hann fór til Suðuroyar at fáa sær konu. Tað er langt at fara í mínari verð, tí eg gekk einans heim til Mohrsa veg í bygdini og fekk mær konu, men Petur Martin er heimsspekingur, dámar væl skaldskap og list, tá kanst tú ikki verða á heimrustini og skava í øskuni, nei tá førir vit og skil teg víðari fram á vegin har gentan við tí síða, gula hárinum og teimum bláu eygunum býr á aðrari oyggj. Unna kom at vera við hansara lið, og hugsi eg, at Petur Martin mentist nógv, tá ið hann kjósaði sær hana sum vív sunnast av landi. Eingin ivi er um, at hon hevur verið honum ein góður stuðul. Eg sigi ikki, at hon hevur strokið honum skjúrtur og buksir, nei vit og skil røkkur altíð út um eingjargarðarnar, har sum tey fýrbeintu fárini ganga. Petur Martin er bygdamaður, heimspekingur og fróðarmaður við jørðildi í gamlari mentan, har seyður er ein av lunnunum undir hansara tilviti, ið altíð hevur drigið viðføri av lunni í hugnaligum práti um seyðin. Tá strýkur hann skjúrtur og buksir av handahógv, tí í hansara tonkum eru fjøllini og fjallagreinirnar stálkyndir poetiskir jakslar, ið kveikja huga og sál og kveistra burtur dagligt túnatos og lítilsvert møsn av mannamunni. Í strúkijarninum er heimspekin og yndisfljóð hansara, Unna.

Skarðið og Dávid kongur

Fjøllini draga..... og ein dagin segði hesin fróði maður, at vit skulu fara niðan á Skarð fyrst í august at halda fólkafund. Hetta hendi fyri 10 árum síðani, og hevur henda løta síðani altíð verið ein fagnaðarløta av teimum frægu. Skarðið hevur altíð drigið fólk til sín. Tað er portrið, sum hevur latið upp fyri mongum í farnum tíðum. Betri staður kundi ikki veljast í okkara verð til hetta tiltak, tí her hava teir gomlu fuglfirðingarnir, hellufólk, oyndfirðingar og elduvíksingar trátt mannavegin i øldir. Nú sita vit børn av hesum fedrum og flætta kosmiskan anda upp í henda hjartatráð og royna at staðfesta týdningin av at fara upp í tær høgu hæddirnar, sum Dávid kongur syngur um í sálmi 121 og sigur: Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. Dávid kongur leitaði longur upp, hóast hann var mætur í sínum veldi, royna vit her á norðaru hálvu at nálgast upp í hansara hugaverð. Dávid situr óivað í síni búð og hugsar um Várharra, sum ræður øllum, hann í síni tign sær seg lítlan og lítisverdan, meðan hann í sínum tonkum hugsar um fjøllini og Várharra. Tað stórbara, sum dregur mannahugan at sær.

Dávid situr stillur, tað ger Petur Martin ikki, hann tekur okkum við sær niðan eftir fjallasíðuni, niðan á Skarðið og her lyfta vit upp okkara rødd og lovprísa í orðum og sangi fostirlandinum og Várharra. Hetta hevði dámt Davidi kongi at hoyrt og sæð. Ja, hann hevði verið forsangari, og onkran sálm hevði hann greitt úr hondum hesari løtu til heiðurs og hildið onkra mergjaða talu. Her ræður vit og skil, og íblásturin kann ikki vera betri.

Jóannes Kristiansen

Listaligi hugur Petur Martins stavar frá mammubeiggjanum leirvíksmálarinum, Jóannes Kristiansen, sum hann altíð umrøður, tá ið vit falla í prát. Tað ljósa og tey innarligu strokini í málningunum hjá Jóannesi, tann glóðin, sum er í hesum strokum, hevur flotið inn í eygnakrókarnar hjá mongum føroyingi, men hjá Petur Martini er hetta ein partur av hansara andadrátti og lívsvísdómi. Ein impressionistisk forsjón av viðkvomum eyðkennum, sum systirsonurin so væl dugir at siga frá. Her stendur Petur Martin í miðjum vavi og letur av hansara málningalist í nýtum orðum.

Persónslýsingar, húsalonir, hellugrót, einstakir steinar, Djúpini, dráttur í tara, skip og bátur, loft og hav og fjøll í várligum skrúð og kava. Heilaga altarið hjá Jóannesi, Sigatindur, trínir fram í Petur Martinsa huga, tí staðurin, sum liggur niðast við henda tind, er Leirvík, og her er hann á heimabeiti, tá ið hann gevur ljóð um mostrina, Ragnhild og mann hennara, Richard. Lívið á Toftanesi í fimmti árunum, tá ið dagur og tími stóðu við klettin á hesum leiðum, er góður skaldskapur í huga Petur Martins. Listin hjá Jóannesi og Toftanes er sálin í vitsku hansara, og hann eigur stórt tal av málningum av Jóannes Kristiansen.

Bøkur, seyður, pensjonistar og Fornminnisfelagið
Hann hevur í mong ár samlað gamlar bøkur, og eigur hann hópin av forvitnisligum bókum, sum eru stuðlar undir hansara vitan um søgu , okkara egnu føroysku - og norðurlendsku mentan. Hetta vavi av myndlist, bókmentum og frásøgnum ger hann so sera væl egnaðan at vera kunningarstjóra, og dugur hann bæði týskt og eingilskt, sum ikki ger tað verri at greiða fólki frá, sum hava annað tungumál, og okkurt franskt orð dugur hann eisini, men seyðurin stendur hjarta hansara næst. Saman við teimum sálarleysu fær hugar hansara flog sum hjá so mongum. Seyðurin er ímyndin av góðsku, sálarleysum kærleika, ið eingi krøv stilla, tí er so lætt at elska seyðin og lombini, hóast heimsspekin kann vera í einum strúkijarni.

Prátið dettur her í bygdini mangan inn á henda sálarleysa Guðs skapning og serliga leygarmorgun kl. hálvgum níggju, tá ið pensjonistarnir koma undan kavi í svimjihylinum, og Arnfinnur Olsen hevur dekkað borð á lærarastovuni. Gott kaffi, góð rundstykki, ostur og litrík piparfrukt prýðir borðið. Tá eru pensjonistarnir í góðum hýri, og hóast Petur Martin ikki enn er vorðin pensjonistur, hevur hann fingið dispensation frá Arnfinni at koma upp í henda sálarríka hópin, har deytt verður livandi og livandi litríkt av hesum vitandi monnum, sum hava livað eitt heilt lív. Vit , sum hava fingið serloyvi at vera við, fáa ikki so væl sagt tað, sum okkum liggur á hjarta, tí her mugu vit royna at sita undir og lurta eftir royndum sjómonnum, handverkarum, bóndum og lærarum, tí ein dag fara vit at sita og siga frá, fyri at kunna tað, mást tú lurta , so vit ikki hava eina tóma tægu at flýggja.

Forniminnisfelagið stendur eisini hjarta hansara næst, og var tað eitt satt bragd at fáa endurreist Høvdahúsini, sum er vorðin ein partur av okkara mentanarprýðum her í bygdini.

Hjartaliga til lukku við teimum seksti.

Frits