Vágs kommuna hevur sett Petur Martin Johannesen sum leiðar fyri Musikkskúlan í Vági at byrja 1. august 2021, skrivar Suðurrás.
Petur Martin hevur útbúgving sum Kantor frá lærda háskúlanum í Oslo. Petur Martin hevur, umframt at undirvísa í klaveri, undirvíst í urgu, gittari og tónleikaástøði bæði í musikskúlaskipanini, kvøldskúlaskipanini, privat og ymiskum verkætlanum í fólkaskúlanum. Eisini hevur hann virkað, sum organistur og kórleiðari bæði í Føroyum og uttanlands.
Petur Martin hevur undirvíst í musikkskúlaskipanini síðani 2007, seinastu 2 árini í Vágs Musikkskúla, og fegnast hann nú um at gerast leiðari fyri ein væl virkandi musikkskúla, skrivar sudurras.fo.
Petur Martin sigur soleiðis “Mín visjón fyri skúlan er fyrst og fremst at næmingar í Vági skulu hava atgongd til tónleikafrálæru í er av bestu hugsandi góðsku. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa høvi at finna sítt egna pláss, og sín egna stíl, og at skúlin í mest møguligan mun styðjar menningini hjá hesum næmingunum á teirra egnu leið, tá tónleikurin er ein djúp kreativ listagrein, har grundarlagið verður lagt tíðliga, og førleikarnir vera mentir tíðliga.”