Petur er nú eitt av fremstu føroysku tónleikanøvnunum, ikki bert á kristiliga tónleikapallinum. Við luttøku á Asfalt, G!Festivalinum, Summar Festivalinum, á Ovastevnu og nú á Fjarðafestivalinum, er Petur eitt av allar heitastu nøvnunum í løtuni. Singer/songwriter stílurin hjá Peturi er mentur til okkurt, ið líkist nútímans popprokki. Røddin er egin og nokk hansara størsta styrki. Næst størsta styrkin er uttan iva sjarman. Konseptið Petur Háberg er eisini snøgt, her verður kýnt fyri staklutunum. Tú veitst, at fert tú á eina Petur Háberg konsert er okkurt fyri bæði oyru og eygu.