Petur: Eingin venjari fær ávirkað mína døming

(Rás2 Sportboxin) Petur Reinert, altjóða dómari var gestur í fótbóltspanelinum í sendingini "Sportboxin" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av sendingini "Sportboxin", sum var á Rás2 millum klokkan 11 og 12 fyrrapartin.

 

Gestur var Petur Reinert úr Leirvík, sum er altjóða dómari. Petur var upplagdur til eitt opið og ærligt prát um fótbóltsdøming í Føroyum, og fótbóltsdøming í Champions League.

 

Petur undirstrikar, at tað er stuttligt og jaligt yvirhøvur at verða fótbóltsdómari í Føroyum, men hann fortelur eisini frá baksíðuni, tá spælarar, fjepparar og venjarar fara ov langt við sínum kritikki, og vísa ein ósømiligan atburð ímóti fótbóltsdómarunum. Petur Reinert undirstrikar: Eingin venjari í effodeildini kann ávirka mína døming. Eg flyti ikki frá A yvir B, ella frá B yvir til A orsaka av teirra rópum.

 

Lurtararnir vóru eisini raskir at senda spurningar inn til Petur Reinert, sum hann so svaraði uppá.