Fyri viku síðani varð Peter Madsen álopin av einum 18 ára gomlum samfanga. Eftir hetta søkti hann um at verða fluttur í eitt annað fongsul, og nú sær tað út til, at tað verður gjørligt.
Hann situr í løtuni í Storstrøm fongsli og sleppur at skifta til Herstedversted fongslið, tá eitt pláss verður tøkt har.
Sakførarin hjá Peter Madsen hevur annars arbeitt í fleiri mánaðir uppá at fáa danska fangan fluttan til eitt annað fongsul.
Peter Madsen varð í vár dømdur lívlangt fongsul fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall. Fyri einum ári síðan sigldu Peter Madsen og Kim Wall út í Oyrasund við kavbátinum Nautilius, og her drap Peter Madsen svensku tíðindakvinnuna fyri síðan at lima hennara lík sundur.