Peter Holm sær stórar møguleikar í Føroya Banka

Peter Holm er ikki órógvaður av, at tveir av leiðarunum í Føroya Banka hava selt burtur av sínum partabrøvum. Hann er sera bjartskygdur um sína íløgu í Føroya Banka Meðan Peter Holm hevur keypt seg inn í Føroya Banka, hava stjórarnir Súni Schwarz Jacobsen og Janus Petersen selt burtur av sínum partabrøvum í bankanum. Men hetta órógvar ikki Peter Holm.

- Vanliga er tað ikki eitt gott signal, at leiðslan í einum børsskrásettum partafelag selir burtur av sínum partabrøvum, men eg eri ikki í iva í, at leiðslan hevur fult álit á bankanum, og tað havi eg eisini, sigur Peter Holm við Rás2 í dag.

- Tað kundi havt órógv við sær, at leiðslan selir burtur av sínum partabrøvum, men tað hevur tað ikki havt í hesum føri. Áhugin fyri partabrøvunum í Føroya Banka er framvegis rímiliga stórur, og partabrøvini hava staðið seg væl á marknaðinum seinastu tíðina, sigur hann.

Peter Holm heldur, at metingarnar, sum hann gjørdi áðrenn sítt keyp av partabrøvum í Føroya Banka, vóru rættar.

- Eg síggi eitt rættiliga stórt potentiali í Føroya Banka, og í roynd og veru er støðan hjá Føroya Banki lutfalsliga sterkari nú enn áðrenn kreppuna í fíggjarheiminum. Eg eri sera bjartskygdur um ta íløgu, sum eg havi gjørt í Føroya Banka, sigur Peter Holm við Rás2.