Pete Bethune aftur í Føroyum

Í kvøld bjóðar føroyska deildin hjá Earthrace Conservation til hugnaløtu í Sirkus. Millum umboðini fyri felagsskapin verður eisini víðagitni Pete Bethune.

 

Pete Bethune hevur áður vitjað í Føroyum. Fyrr í ár vitjaði felagsskapurin í Føroyum, og endamálið var at upplýsa føroyingar um eitt nú vandan við at eta dálkað kjøt.

 

Nú er umhvørvisaktivisturin aftur á klettunum, men hesaferð er endamálið at kunna um felagsskapin, og fáa nýggjar limir í føroysku deildina.

 

Tað er í kvøld, at tiltakið verður, og tað byrjar kl. 20:00