Persónliga frælsið hjá tykkum, sum bera brek

Í gjár, 3/12 var Altjóða dagur teirra, ið bera brek, og dagurin varð hildin í Klaksvík á Skúlatrøð, har MEGD skipaði fyri politiskum fundi við denti á umstøðurnar hjá hesum fjøltáttaða bólki.

 

 

 

Okkara land er gott, eingin ivi um tað, og flestu okkara kunnu enn njóta tað persónliga frælsið í ávísan mun og nýta tað til at skapa okkara lív, sum okkum hóvar best.

 

Her eru tó fleiri viðurskifti hjá vanliga borgaranum, sum skulu betrast við einum framfýsnari bústaðarpolitikki, við tillagaðum skatta – og avgjaldspolitikki og við at ansa eftir, at okkara fólk ikki verður smálutastýrt við óneyðugum lógum og reglum.

 

 

 

Men ert tú ein av teimum, sum bert brek, so er støðan ein heilt onnur. Í alt ov stóran mun hóska tær vanligu skipanirnar ikki til tín, tí tú hevur serligan tørv, og hesin serligi tørvur ger, at tú ofta hevur brúk fyri hjálp bæði frá fólki, skipanum og gjøgnum hjálpartól – eisini aðrar tíðir enn flestu onnur í samfelagnum, fyri at kunna ganga í barnagarð, skúla, frítíðarskúla, fyri at kunna arbeiða, seta búgv og sum heild luttaka á jøvnum føti við onnur.

 

 

 

Eg vil virka fyri, at almennar og kommunalar skipanir skulu samskipast nógv betri, tá um fólk við serligum tørvi ræður, so at dagurin, vikan, árið og lívið kennast sum ein heild og ikki kassakend, alt eftir tínum aldri, tínum tørvi ella hvar í landinum, tú býrt.

 

 

 

Eg vil virka fyri, at bústaðartrotið innan hetta økið verður lætt munandi skjótt.

 

 

 

Eg vil virka fyri, at tit og familjurnar hjá tykkum, sum bera brek, fáa ein lætta og fáa ta hjálp, sum ger mun í tykkara gerandisdegi. Tí teknið upp á, at ein framgongd er hend, er ikki, hvussu hjálpin og skipanin eitur, og hvør veitir hana, men at tit, sum eru fevnd av henni, í roynd og veru uppliva, at nú fáa tit atgongd, møguliekar, hjálp, menning og vegleiðing, eins og lætta og ein kjans at njóta tykkara viðfødda rætt til persónligt frælsi.

 

 

 

Vel meg til løgtingsvalið 8. desember

 

 

 

Hanna Jensen, listi F

 

Framsókn