Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældi leygarkvøldið á heimavølli bólkafinaluna í innleiðandi bólki D í EHF European League móti franska liðnum, Dijon.
Tað endaði við teprum 33-32 sigri til Dijon, ið var á odda 18-15 í steðginum. Talan er um fyrsta tapið hjá Viborg í innleiðandi bólkaspælinum.
Bæði Dijon og Viborg vinna seg víðari í fjórðingsfinalurnar sum nummar eitt og tvey í bólkinum.
Jana skoraði fýra mál, og hon legði eisini upp til fýra mál (assist).
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Viborg og Dijon. Jana við nummar 77 á rygginum sæst skjóta eitt gott mál í hesum samandráttinum:
##med2##











