Umhvørvisstovan hevur verið við til at gjørt eina kanning av heilivági og evnum í vørum til persónliga røkt, so sum smyrsl, krem, vaskievni og sjampo. Kanningin hevur serliga savnað seg um útvaldar dálkingarkeldur í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og er serligur dentur lagdur á øki, har roknast kann við dálking, so sum frárensluvatn frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og sjúkrahúsum.
Greinað eru tilsamans 38 sløg av heilivági ella niðurbrótingarevnum frá heilivági, og sjey evni, sum verða brúkt í vørum til persónliga røkt. Evnini eru útvald eftir uppskoti frá apoteksverkunum og eisini grundað á eldri kanningar í Norðurlondum.
Millum annað eru yvirflatuaktiv evni í nøgdum yvir metta árinsmarkið funnin í vatni, sum fór á sjógv í Nuuk, og eisini fram við fjøruni nærhendis reinsiverkið í Sersjantavíkini í Havn. At lutfalsliga høgar nøgdir av hesum vaskievnum eru í vatni, sum fer á sjógv, kann hava samband við, at vatnreinsiskipanirnar ikki eru nóg góðar, ella sum eitt nú í Nuuk, at eingin vatnsreinsiskipan er.
Kanningarnar vórðu fíggjaðar við peningi frá Norðurlandaráðnum umvegis arktisku samstarvsætlanina, bólkum og nevndum undir norðurlendsku embætismannanevndini í umhvørvismálum, umframt at almennir stovnar eisini vóru við í fíggingini.