Pernille Vermund niðurleggur Nye Borgerlige

Í løtuni hevur danski flokkurin Nye Borgerlige tríggjar sessir í Fólkatinginum. Eitt fólktingsumboð er tó sjúkrameldað

 

Pernille Vermund niðurleggur nú flokkin sín,  Nye Borgerlige. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Danski flokkurin Nye Borgerlige er farin í søguna.

Tað skrivar Pernille Vermund, sum stovnaði flokkin, á Facebook.

Har skrivar floksforkvinnan, at hon hevur mælt floksstjórnini til at avtaka flokkin, sum sambært henni ger eftir tilmælinum.

Harvið heldur rokið kring Nye Borgerlige fram, sum eftir valið í 2022 hava havt eina kreppu fyri og aðra eftir.

– Tað vit fyri átta árum síðani stovnaðu Nye Borgerlige, vóru fýra borgarligir flokkar. Í dag eru sjey. Og við tveimum fólkum í tingbólkinum hjá Nye Borgerlige er vandi ikki bara fyri at vit arbeiða okkum sundur, men fyri at vit leggja fót fyri einum borgarligum meiriluta og harvið einum borgarligum stjórnarleiðara. Tað ber ikki til, skrivar Pernille Vermund á Facebook.

Nye Borgerlige fingu seks fólk vald á ting á fólkatingsvalinum 1. november í 2022, men nú eru bara trý eftir.

Umframt Pernille Vermund vísir hon ntil Kim Edberg andersen sum hin »aktiva limin«. Peter Seier Christensen hevur verið sjúkrameldaður leingi.

Eftir valið eru bæði Mette Thiesen og Mikkel Bjørn farin úr Nye Borgerlige og upp í Dansk Folkeparti.

Harumframt er Lars Boje Mathiesen vorðin uttanflokkatingmaður, eftir at hann annars stutt eftir fólkatingsvalið varð valdur til formann í Nye Borgerlige í staðin fyri Vermund.

/ritzau/

 

Pernille Vermund niðurleggur nú flokkin sín,  Nye Borgerlige. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix