Per á Hædd slapp við skrekkinum

Fleiri kuffert við lampum og aðrari tekniskari útgerð stóðu í rúminum, har vatn brádliga fossaði inn. Men alt var væl pakkað niður

Hósdagin í farnu viku kundi endað heilt galið í tekniska atelierinum hjá Per á Hædd. Vatnrørið í innføringini til eitt brandskáp brast brádliga í døgurðatímanum, og hálvanannan tíma fossaði vatn út .

­ Kanska virði fyri einar 50 til 100 túsund krónur eru mist, men tað kundi verið fleiri ferðir verri, sigur Per á Hædd. Hann sipar til, at eini tíggju kuffert við lampum og aðrari tekniskai útgerð stóðu inni í atelierinum.

­ Kuffertini vóru tíbetur aftur, og útgerðin var væl pakkað niður. Var hon ikki tað, kundi ein hálv millión lættiliga farið fyri skeytið, sigur yrkisfotografurin, sum eisini fegnast yvir, at útgerðin var fingin út í tøkum tíma.


Turrar brúðarmyndir

Einki vatn kom í tað fína atelierið, har eitt nú brúðarmyndir verða tiknar. Men ríkiligt av dramatikki var í hinum atelierinum.

­ Vit funnu ikki stoppikranan beinanvegin. Tá vit funnu henda uttanfyri, passaði lykilin ikki til, so tú kanst fyristilla tær alt rokið, sigur Per á Hædd.

Seinnapartin í gjár kundi fotografurin aftur brúka tekniska atelierið, sum hevur ligið brakk nakrar dagar, meðan fleiri avfuktarar hava koyrt í døgndrift.