Pensjónistar noyðast at rinda skatt tvær ferðir

Tað er sera sannlíkt, at í framtíðini pensjónistar í Føroyum at rinda skatt tvær ferðir


Samgongan heldur fast um, at pensjónir skulu skattast við inngjald.

 

Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Kristinu Háfoss um at broyta skattaskipanina aftur, so at pensjónistar aftur fara at rinda skatt, tá ið teir fáa pensjónina útgoldna

 

Men nú uppskotið hevur verið til viðgerar í Fíggjarnevndini, skilst, at tað vil samgongan ikki.

 

Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er umboðini fyri samgonguna, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen, vísir á, at samgongan hevur nýskipa skattaskipanina framt, har eun partur er at forskatta pensjónirnar og eini kravdari samansparing til eftirløn.

 

- Hetta verður við til at tryggja langtíðarhaldførið av búskapinum, sigur samgongan og tí taka tey ikki undir við málinum.

 

Men minnilutin, sum eru umboðini fyri andstøðuna, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, vil hava Løgtingið at samtykkja uppskotið.

 

Í Føroyum er støðan tann, at í dageru vit 4-5 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, men longu um fá ár verða vit bara tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist longu um fá ár.

 

Men allur hesin veksandi samfelagsbólkurin skal ikki rinda skatt yvirhøvur.

- Í sama tíðarskeiði væntast útreiðslurnar til eldratænastur í Føroyum at vaksa úr 1,2 milliardum krónum, sum tær eru nú, upp í 2,4 milliardir krónur um nøkur ár.

 

- Hetta hongur ikki saman. Her verða ov fá at rinda fyri ov nógv. Tað er ikki uttan orsøk, at flest øll lond, vit samanbera okkum við, ikki hava valt hesa loysnina, sigur andstøðan.

 

 - Og tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur víst á í seinastu frágreiðing síni, at forskattingin av pensjónum er tað øvugta av at tryggja fíggjarligt haldføri í føroyska búskapinum, verður lagt afturat.

 

Tá ætlanin er, at framtíðar pensjónistar ikki skulu rinda skatt, gerast tað alsamt færri ið skulu rinda skatt og rinda fyri alsamt fleiri, ið ikki fara at rinda skatt og hava tørv á eldratænastum og øðrum vælferðartænastum.

 

- Tí verður ómetaliga torført at finna fígging til økta tørvin á vælferðar- og eldratænastum frameftir.

 

- Tey lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum fara ikki at megna at lyfta útreiðslurnar til vælferðartænastur einsamøll, og er tí sera sannlíkt, at neyðugt verður at skatta pensjónirnar enn einaferð ella leggja høg brúkaragjøld á heilsu- og vælferðartænastur, sigur andstøðan.