- Landsfelagið hjá pensjónistum skal eisini fáa høvi at velja ein lim í nevndina í nýggja sjúkrakassagrunninum, sum ætlanin nú er at seta á stovn.
Tað heldur Ingrid Henriksen, sum er umboðsráðslimur í Havnar Sjúkrakassa.
Sum tað sæst í grein á síðu seks í blaðnum, tygum nú sita við í hondini, er ætlanin at stovna ein sjúkrakassagrunn.
Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og á privata arbeiðsmarknaðinum, skulu velja hvør sítt umboð í nevndina og tað sama skulu Sjúklingafelagið og Meginfelag Teirra Brekaðu. Og so skal landsstýrismaðurin í heilsumálum velja tann seinasta nevndarlimin.
Stovnsfæið til grunnin skal fáast til vega við ognunum hjá sjúkrakassunum, sum vórðu niðurlagdir í vár, nú Heilsutrygd varð sett á stovn.
Teir 11 sjúkrakassarnir skulu nú viðgera málið fyri at vita, um teir taka undir við málinum.
Eisini eldri
Men tá ið Havnar Sjúkrakassi skal hava fund at viðgerða málið, fer Ingrid Henriksen at skóta upp, at Havnar Sjúkrakassi skal boða frá, at eisini Landsfelag Pensjónistanna skal velja ein nevndarlim.
Hon vísir á, at tey eldru eru ein stórur samfelagsbólkur og tann bólkurin, sum brúkar mest heilivág og fær flest viðgerðir.
- Tí eigur hesin bólkurin sjálvsagt eisini at fáa ein nevndarlim í nevndina fyri Sjúkrakassagrunnin, sigur hon.
- Hesin bólkurin eigur at verða beinleiðis umboðaður í grunninum við einum nevndarlimi, leggur hon afturat.
Les eisini greinina: neyðsemja gjørd um 40 milliónir