Landsfelag Pensjónista hevur havt aðalfund, og nevndin hevur skipað seg av nýggjum.
Arne Thorsteinsson og Alma Petersen, sum hava myndað felagið seinastu árini, stillaðu ikki uppaftur, og í teirra stað vóru Alfred Olsen og Ingrid Henriksen vald.
Nýggj forkvinna er Beate L. Samuelsen, og Ingeborg Winther er næstforkvinna.
Hini í nevndini eru Maria Olsen, Alfred Olsen og Ingrid Henriksen. Varalimir eru Jóhan í Smiðjuni , Hans Jacob á Kósini og Elna Strøm.










