Í farnu viku legði fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen fram lógaruppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, sum eru ein fylgja av broytingunum í lógini um almannapensjónir og lógini um áseting og javning av almannaveitingum, sum Løgtingið samtykti í 1999.
Ætlan landsstýrisins var, at hækkingin í pensjónunum eisini skuldi geva eina hækking í tøkum peningi hjá pensjónistunum, sigur fíggjarmálaráðharrin í viðmerkingunum, og at ætlan landsstýrisins er ikki at fáa størri skattainntøkur við tí nýggju pensjónslógini, og tí er tað neyðugt at gera ávísar broytingar í skattalóggávuni.
Frádrátturin
hækkar munandi
Fíggjarmálaráðharrin greiður frá, at við at hækka frádráttin í útroknaða skattinum soleiðis, at hann svarar til ta upphædd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphædd, sum fólkapensjónin er hækkað í einari kommunu við hægsta skattaprosenti (23) og kirkjuskattaprosenti upp á 1%, fáa flestu pensjónistar og tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón ein frádrátt í útroknaða skattinum, sum svarar umleið til skattin av grundupphæddini av fólkapensjónini og hækkingini av viðbótini. Fyri giftar pensjónistar hækkar frádrátturin í skattinum frá 7.800 kr. til 10.500 kr, og fyri stakar pensjónistar hækkar frádrátturin í skattinum frá 11.100 kr. til 16.200 kr.
? Fólkapensjónistarnir fáa við hesi broyting ta hækking í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjónum. Ein stakur fólkapensjónistur fær umleið 12.000 kr. meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 kr. Fyri persónar við lægstu fyritíðarpensjón er eisini talan um munandi vøkstur í tøkum peningi, sum eisini hevur verið ætlan landsstýrisins.
Ov nógvi skatturin
Hvat tí ov nógv goldna skattinum í januar og februar viðvíkur, sigur fíggjarmálaráðharrin, so er skattaskipanin soleiðis, at ov nógv goldni skatturin í desember 1999 (pensjónin fyri januar 2000) ikki kann verða javnaður við lægri skatti í eftir verandi parti av 2000. Heldur ikki við avlopsskatti, tá skattauppgerðin fyri 1999 verður gjørd.
? Tann ov nógv goldni skatturin fyri februar verður javnaður soleiðis, at teir pensjónistar, sum gjalda skatt av pensjón ella aðrari inntøku restina av árinum, fáa minni skatt enn teir annars høvdu fingið av hesum inntøkum, og teir pensjónistar, sum ikki gjalda skatt av pensjón ella aðrari inntøku, fáa avlopsskatt, tá ársuppgerðin verður gjørd, sigur Karsten Hansen m.a. í viðmerkingunum.