Pensionistar eiga at kunna liva av pensión ? ikki av skattalættum!

Birgir Mohr
Sandi
????????
Tá sitandi samgonga varð skipað, gjørdi hon eina óhepna skattalætta-avtalu. Hendan varð samansjóðað við størri inngjaldi til tann samhaldsfasta eftirlønargrunnin, sum er eitt sera neyðugt mál at fáa loyst.
Prinsipielt var einki í vegin við slíkari avtalu. Stórur tørvur er sum sagt á at vaksa um eftirlønargrunnin, tí tann størsti stættamunur í Føroyum í dag er millum pensionistar, har summir hava umleið 6.000 kr. í pensión, meðan onnur hava 30.000 kr. ella meira. So samhaldsfasti eigur at vaksa enn meira og tann mánaðarliga pensiónin samsvarandi.
Tað er helst ikki semja um, at tíðirnar eru til skattalættar nú, men tað er so prísurin sum Javnaðarflokkurin skal gjalda fyri samgonguna og vøksturin av pensiónini, sum hinir flokkarnir ikki hava raðfest ovarlaga.
Skattalættin skal fremja arbeiðshugin hjá okkum føroyingum, siga hinir báðir samgonguflokkarnir. Og skal hann tað, so má hann latast til arbeiðandi fólkið og ikki til fólkapensionistar. So langt er argumentatiónin kanska í lagi, men fordeilingin av hesum skattalætta er skeiv. Vanlig verkafólk fortjena umleið 200.000 kr. árliga, og har átti størsti skattalættin at ligið. Og ikki hjá teim stóru lønunum hjá eitt nú løgtings- og landsstýrisfólkum.
Skal skattalættin gevast aftur í komandi árum, so má fordeilingin broytast. Men pensionistar skulu liva av pensión, sum má vera so fræg, at hesin samfelagsbólkur livir av pensiónini. Og tey, sum bert hava fólkapensión og samhaldsfasta at líta á, eiga als ikki at gjalda landsskatt ella skatt av týdningi yvirhøvur. Tí Javnaðarflokkurin hevur sett sær eitt minimum fyri, hvat ein stakur pensionistur kann liva fyri og hvat eini pensionistahjún kunnu liva fyri, nevniliga ávikavist kr. 10.000 og kr. 16.000 um mánaðin. Nú má flokkurin liva upp til vallyftini, ella í hvussu er royna tað.
Javnaðarfólk eiga at fegnast um, at nú er aftur komin gongd á tann samhalds eftirlønargrunin ? og tað gera vit ? tó eg sigi sum onkur annar, at prísurin er nakað høgur fyri láglønarfólkið í Føroyum, og tað áttu samgonguflokkarnir at kunna tosa seg til rættis um at bøta upp á til næstu ferð. Tað vildi helst verið til frama fyri alt føroyska samfelagið, tí sáttmálasamráðingar verða nú í ár ? og vit kenna øll okkara kappingarstøðu. So her var enn ein møguleiki at bøtt um vinnuliga eisini.

Gott nýggjár!