Pensionistafelagið í Havn aftur til verka

Nú ið felagið hevur hildið frí í juni, juli og august fara vit at taka fundirnar upp aftur fyrst í september. Tað hevur kanska áhuga millum fólk at vita eitt sindur um hetta felag.

Felagið varð stovnað 20. mai 1976. Felagið er ópolitiskt og átrúnaðarliga óheft. Tað var Thomas Pauli Christiansen, sum í síni tíð tók stig til at fáa hetta felag stovnað. Á ferðum í ørindum kring um í hinum Norðanlondunum hevði hann eisini haft líkindi at kanna virksemið hjá slíkum feløgum, og helt hann, at gott hevði verið at sett slíkt felag á stovn her í okkara býi. Okkurt felag av hesum slag var helst framman undan í Føroyum.
Endamál felagsins er at aktivera limirnar við fundum og øðrum, har ymist ítriv og tíðarstytting kann fara fram. Limir í felagnum kunnu øll gerast, sum hava fylt 60 ár og harumframt persónar,
við avlamispensión, tá teir hava fylt 55 ár. Limatalið er í løtuni o.u. 120. Persónar, ið ynskja at gerast limir, kunna ringja annaðhvørt til formannin, Suna Joensen, telefon 313409, ella kassameistaran, Hans Samuelsen, telefon 311640 ella 210640. Felagið hevur sítt fundarvirksemi í Losjuni (kjallaranum), Tinghúsvegur 18. Byrjað verður aftur tann 7. september kl. 19.00.
Fyrst, ið felagið fór til verka, varð - ið samráð við aðrar felagsskapir - roynt at leggja virksemið soleisðis til rættis, at hetta ikki kom at nerva fundir og virksemi, sum framman undan var í býnum.
Fundirnir hjá Pensionistafelagnum verða hildnir hvørt mikukvøld uttan - sum longu nevnt - í juni, juli og august. Roynt hevur verið at fáa fundirnar so fjøllbroyttar, sum tað nú einaferð kann lata seg gera. Eitt nú hava vit roynt at fáa fólk at halda fyrilestrar, vísa filmar og ljósmyndir, lesa upp og hvørt av sínum. Vit hava bingo eina ferð hvønn mánað. Tá kunnu limirnir taka gest við. Onkuntíð verður farið upp á gólv. Og so eru tað fundir, sum vit hugna okkum hvør í sínum lagi. Tá koma kortini fram. Tað kunnu ganga eini 3 - 4 kortspøl. Stokkarnir koma fram. (Ynskiligt hevði verið, um mannfólkið hevði havt ull við at nappa ella karða). Og onkur sæst sita við heklinálini og skapa okkurt, bæði prýðislutir og pløgg. Og ein drekkamunnur við einum góðum bita aftur við er altíð á skránni.
Um summarið plagar at verða skipað fyri útferðum.
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd. Alt arbeiði er sjálvboðið. Tað man mangan vera so við felagsskapum, at størsti parturin av tí fyrireikandi arbeiðinum hongur á nevndini, men í okkara felag plagar ikki tróta arbeiðsviljin, tá heitt verður á limirnar um at taka eina hond í við onkrum, sum gerast skal.
Tey, sum fáast við at stíla fyri í slíkum felag, vita av royndum, at torført kann vera at fáa tilfar, sum hvørja viku "hvørja ferð er nýtt" og eggjar limunum at møta. Men limirnir munnu fata hetta.
Hugsa vit um alt tað, sum stendur fólki í boði at fara til, so kunnu vit ikki klaga um, at limirnir møta illa upp, sigur nevndin, sum í tíðindaskrivi ynskir fólki vælkomnum sum limir í felagið.