Jonhild Bech úr Porkeri og Jonhild Størkersen úr Noreg hava verið pennavinir síðani 1957. Í hesi 50 árini hava tær bert skrivað saman og sent myndir. Ongantíð hava tær hitst, tosað í telefon, og teldubrøv eru framvegis ikki ein møguleiki.
Men hesa vikuna hittust tær báðar á fyrsta sinni, tí Solveig kom úr Noreg til Porkeris at vitja. Og onki løgið var í hesum, tí tær báðar kennast sum bestu vinkonur, tí við brøvum og myndum hava tær og familjur teirra fylgt við í øllum, sum er hent hvør hjá aðrari.
Tað var Norsk Ugeblad, sum sendi Solveig til Føroya saman við einum blaðmanni, tí blaðið metti søguna vera so hugvekjandi.
Barnablað
- Tað var Danbjørg lærarin, sum setti børn úr Porkeri í lýsing í norskum barnablað. Greitt varð frá, at 4. flokkur vildi fegin hava samband við børn í Noreg, sigur Jonhild.
Jonhild gekk sjálv tá í real, so tað var Selma Weihe, ið fekk nógv brøv úr Noreg, og Jonhild fekk eini tvey frá henni.
- Eg skrivaði til Solveig og eina aðra, men sambandið við hesa slitnaði seinni, sigur Jonhild.
- Fyrsta brævið frá Jonhild er frá 27. maj í 1957, sigur Solveig, sum enn eigur brævið.
Tær báðar hava hildið sambandið øll 50 árini, men hava ongantíð tosað saman, bert skrivað.
- Eg ætlaði at koma til Føroya at vitja í 1959, men tað varð av ongum, sigur Solveig.
- Vit hava ofta skrivað í brøvunum, at vit mugu síggjast skjótt, siga Jonhild og Solveig, sum bóru gentueftirnøvnini Borg og Horneland.
Solveig er úr Stord, men býr nú í Lofoten.
Trúfastar
- Sigast kann, at vit eru trúfastar bæði í vinskapi og arbeiði. Vit hava t.d. báðar verið á sama arbeiðsplássi longi. Solveig síðani 1970 og Jonhild síðani 1977.
Báðar hava felagsáhugamál í hondarbeiði, kirkjuligum arbeiði og í bókum.
Báðar kenna tað, sum tær kennast rættiliga væl, tí tær hava sent hvør øðrum brøv og myndir og gávur, og familjurnar hava eisini livað við í samskiftinum.
Nork Ugeblad skipaði fyri, at tær báðar nú hittist at halda 50 ára hald fyri vinskapinum. Solveig fór avstað aftur til Noregs í dag.
- Vit hava bert skrivað við hond. Onki við teldubrøvum og slíkum. Vit eru rættir pennavinir, siga Jonhild og Solveig, sum báðar eru 65 ára gamalar, og vóna at halda fram við samskiftinum í mong ár, og at hittast aftur.










