Peningurin kann flytast

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, er ikki skakkur av, at einki er sett í fíggjarlógaruppskotið til tunnil undir Leirvíksfirði. Hann hevur álit á, at avlopspeningur, sumer tøkur, kann flytast til komandi játtan

Fíggjarlóg

Tað standa óbrúktir pengar, sum kunnu flytast umvegis annleggslógina, soleiðis at tunnilsarbeiðið undir Leirvíksfirði kortini fær part, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður.
Hann er einki bangin fyri, at tey verða við sviðisoð har norðan fyri Leirvíksfjørð, hóast einki stendur í fíggjarlógaruppskotinum um pening til tunnilsætlanina undir Leivíksfirði.
Jógvan við Keldu sigur, at hann fyri stuttum spurdi um málið á samgongufundi, og fekk har játtað, at tað ber til at flyta hendan peningin. Ta játtanina fer hann so at halda seg til, sigur hann.
?Høvuðssakin er nú, at partafelagið fær pening at seta arbeiðið í gongd fyri, sigur hann.
Um tað kortini skuldi hent, at eingin peningur verður fluttur, so sum hann vónar, er støðan ein heilt onnur, sigur Jógvn við Keldu, løgtingstingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum, uttan tó at vilja siga nágreiniliga, hvat hann so fer at gera.