Í ár hevur peningurin rættiliga fossa í kassan hjá Klaksvíkar kommunu.
Ein uppgerð, Taks hevur gjørt fyri inntøkurnar av kommunuskatti higartil í ár, vísir, at av teimum stóru kommununum, skarar Klaksvíkar Kommuna burturúr.
Uppgerðin vísir nevniliga, at higartil í ár hevur Klaksvíkar Kommuna fingið heili 13,7 prosent meiri inn í skatti, enn hon fekk í sama tíðarskeiði í fjør.
Tølini vísa, at í tíðarskeiðnum frá Januar til juli í ár, hevur Klaksvíkar kommuna fingið heilar 97,7 milliónir inn í skatti. Tað eru 11,8 milliónir meiri enn hon fekk í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið hon fekk góðar 85,9 milliónir inn í skatti.
Annars hava allarflestu kommunur fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár, afturímóti í fjør.
Einastu undantøkini eru onkrar smærri kommunur. Tilsamans eru fýra kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti, og tær eru á Húsum, á Sandi, í Skúgvi og í Sumba.