Peningastovnarnir: Eingi nýggj ómaksgjøld

Felagið Føroyskir Peningastovnar sigur í dag við Portalin, at tað má vera ein misskiljing, um onkur heldur at tað kostar at flyta millum egnar og innlendis kontur. - Tað ger tað ikki, vísa allir peningastovnarnir á.

Eftir at Portalurin í gjár skrivaði, at føroysku peningastovnarnir skora milliónir upp á smáar upphæddir, og í greinini nevndi at tað eitt nú var komið ómaksgjald upp á 15 krónur fyri at flyta millum egnar kontur, hevur hetta seinasta vakt stóran ans hjá peningastovnunum.

Í dag vísir Felagið Føroyskir Peningastovnar aftur, eftir at allir peningastovnarnir hava ráðført seg, at nakað slíkt gjald skal verða komið á.

- Tað kostar einki at gera flytingar millum egnar kontur ella innlendis kontur gjøgnum heimabankan, staðfesir Felagið Føroyskir Peningastovnar.

Mett verður, at hetta má verða ein misskiljing við onkra aðra tænastu, sum hevur gjald, kanska uttanlandsflytingar, sum kosta eitt sindur, ella um farið verður inn í bankan at biðja um eina flyting.

Men í øllum førum vátta allir peningastovnarnir, at tað kostar einki, at flyta millum egnar kontur gjøgnum netbankan, og vísa til heimasíðurnar hjá peningastovnunum, har øll ómaksgjøld og annað standa fráboðað.

Tú kanst trýsta HER fyri at síggja ómaksgjøldini til Netbankan hjá Eik.