Pengarnir skulu ikki av landinum

Í løtuni er ringt at fáa fatur á pengunum, sum kanska eru farnir av landinum, men nú verða tiltøk sett í verk

 

Pengar, sum føroyingar -kanska- rinda í avgjøldum fyri ymsar útlendskar internettænastur, skulu ikki longur av landinum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvat hann ætlat at gera fyri at fáa at tær milliónirnar, vit rinda í avgjaldi fyri útlendskar internettænastur, skulu koma í landskassan, har tær hoyra heima.

Hann sigur, at ein frágreiðing hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokin, vísir at føroyingar rinda einar 13,5 milliónir í avgjøldum fyri fyri internettænastur frá útlendskum fyritøkum.

Er er talan um avgjald, sum verður lagt afturat prísinum fyri at halda Netflix, Viaplay, HBO, og aðrar stroymingstænastur, og fyri at keypa spøl, appir, og annað slíkt, á internetinum.

Aksel V. Johannesen sigur, at hetta eru pengar, sum av røttum skulu í landskassan, men sum ístaðin enda uttanlands.

Jørgen Niclasen sigur, at tvær útlendskar fyritøkur, sum selja sjónvarpssendingar, eru mvg skrásettar í Føroyum.

Hesi seinastu árini, frá 2015 til. 2019, hava tær goldið ímillum 7,7 og 8,2 milliónir í mvg um árið.

Annars ber ikki til at siga, hvussu nógvar fyritøkur selja slíkar tænastur í Føroyum, og sum átti at rinda mvg í landskassan.

Tað ber heldur ikki til at siga, um føroyingar rinda nakað í avgjøldum til tær, ella hvussu nógv verður rindað.

Men hann leggur afturat, at helst er tað bara ein avmarkaður partur av pengunum, sum føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum fyri umrøddu tænastur, komin í landskassan.

Ístaðin eru pengarnir møguliga rindaðir í londum, har fyritøkurnar, sum veita umrøddu tænasturnar, eru skrásettar.

Men Jørgen Niclasen sigur, at hann ætlar at virka fyri, at pengarnir, sum verða rindaðir í avgjøldum fyri omanfyrinevndu tænastur, koma í landskassan í framtíðini.

Hann sigur at felags altjóða reglur eru á veg og væntandi fara tær at gera tað lættari hjá ymiskum londum at krevja avgjøld fyri slíkar tænasturnar, hóast brúkarar og fyritøkur ikki eru skrásett í sama landi.

Annars verður tað sera trupult hjá landskassanum at fáa hendur á peningi, sum føroyskir brúkarar møguliga hava rindað í avgjøldum, og sum møguliga er farin av landinum, sigur hann.