Tað gongur væl hjá Barack Obama, forseta og demokratiska flokkinum at savna pengar til valstríðið, sum skal tryggja Obama fýra ár afturat í Hvítu Húsunum.
Jim Messina, sum stendur fyri valstríðnum hjá forsetanum, sigur, at forsetin og flokkurin savnaðu 250 milliónir krónur í apríl. Pengarnir eru frá næstan 430.000 stuðlum, og av teimum eru næstan 170.000 nýggir stuðlar.
Demokratiski flokkurin hevur fyrr upplýst, at 310 milliónir krónur komu í valkassan í mars mánað.
Í USA er tað umráðandi hjá valevnunum at savna nógvar pengar til vallýsingar í útvarpi og sjónvarpi, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á valúrslitið.










