Pengarnir renna í norska ríkiskassan og oljugrunnin

Nú er tað bara Kuwait, sum hevur størri avlop enn Noreg

Hvørja ferð ein króna kemur í norska ríkiskassan, kann Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, leggja 30 oyru til viks, og fyribilstøl benda á, at av teimum 920 milliardum krónunum, sum koma í ríkiskassan í ár, kann fíggjarmálaráðharrin leggja 270 milliardir norskar krónur til viks.
Búskaparfrøðingurin Per Richard Johansen sigur við Aftenposten, at einki vesturlendskt ídnaðarland kann vísa á nakað, ið líkist hesum. Tað er bara Kuwait, sum kann vísa á eitt upp-aftur betri úrslit enn Noreg. Har verða 37 oyru av hvørjari krónu løgd til viks.
Tað er serliga tann høgi oljuprísurin, sum kemur norðmonnum væl við, og tann almenni oljugrunnurin fyllist í hvørjum. Tá grunnurin bleiv stovnaður í 1995, fekk hann tvær milliardir krónur sum byrjunarpening. Við árslok verða vænt-andi umleið 1300 milliardir í honum.