Pengar til palestinar

Saudiarabia hevur játtað at rinda teimum palestinsku sjálvstýrismyndugleukunum 100 milliónir dollarar, sum tey almennu starvsfólkini kunnu fáa løn, skrivar Reuters. Palestinsku myndugleikarnir hava havt stórar trupulleikar við at rinda sínum starvsfólki løn teir seinastu mánaðirnar.

Á einari ráðstevnu í fjør játtaði Saudiarabia at hjálpa teimum palestinsku myndugleikunum við pengum, um tað gjørdist neyðugt, og nú hevur saudiarabiska fíggjarmálaráðið boðað frá, at pengarnir verða fluttir.