Pengar til føroyskar brillur í Afganistan

Kringvarpið heldur tað vera í lagi at brúka pengar úr slunkna kassanum, so føroyingar kunnu síggja kríggið í Afganistan gjøgnum føroyskar brillur. Tað er ein redaktionell avgerð,a t seda tíðindafólk til Afganistan at fylgja krígnum gjøgnum føroyskar brillur, sigur Annika Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóri.

Í gjár varð boðað frá, at Kringvarpið og Dimmalætting vóru gingin saman í ráð at senda tíðindafólk til Afganistan. Og Kringvarpsstjórin sær væl tað sjálvsagda í tí.

Tað var mett at vera áhugavert at kunna senda tíðindafólk til Afganistan, so føroyingar kunnu uppliva kríggið frá aðrari síðu enn tað, vit síggja í BBC ella á øðrum rásum, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Ein av orsøkunum er, at ein føroyingur er partur av einum donskum herliði, sum er í Afganistan, men føroyingar liva í vanda allastaðni á klótini, og hví tað júst gjørdist Afganistan, dugir Kringvarpsstjórin ikki at siga.

Tað var væl tí tað var møguligt at senda fólk út í tryggum umstøðum, metir hon, og at gera tað í samstarvi við annan privatan føroyskan miðil er eisini í lagi.

Orsøkin til samstarvið í hesum føri er, at vit tá kunnu úføra uppgávuna til ein rímiligan penga, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum.