Fiskivinna
Grannskoðarafelagið lýsir sum nevnt eisini gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki, og fara vit í dag í stuttum at nerta við gongdina hjá pelagisku skipunum, sum eru í tí avgjørt betra endanum og hjá rækjuskipum, sum tíverri mugu sigast at vera millum tey niðastu á "stiganum".
Í blaðnum í morgin fara vit at taka hinar skipabólkarnar, ið eftir eru.
Um gongdina hjá pelagisku skipunum og rækjuskipunum, sigur grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe í stuttum:
Pelagisk skip
Pelagisku skipini høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 er úrslitið fallið munandi, og heldur afturgongdin fram í 2003 og 2004. Tó má 2004 metast sum eitt hampiligt ár.
- Flotin er væl konsolideraður og annars væl fyri sum heild.
Sambært Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin hjá pelagiskum skipum lækkaður nakað teir fyrstu 9 mánaðirnar í 2005 í mun til sama tíðarskeið í 2004. Samlaða veiðan er somuleiðis minkað nakað í sama tíðarskeiði.
- Miðalprísurin er hinvegin øktur munandi seinastu tíðina í mun til somu tíð í fjør, men nøgdin er nakað minni. Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, verður samlaða veiðivirðið í 2005 umleið tað sama sum í 2004.
Grannskoðarafelagið vísir á, at við høgu oljuprísunum verður roknað við einum lakari úrsliti hjá hesum skipabólki í 2005 í mun til 2004.
Rækjuskip
Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er vánalig við árslok 2004.
- Tað er alt, sum bendir á, at rækjuvinnan hevur enn eitt vánaligt ár í 2005. Okkurt skip er farið av knóranum í ár, og okkurt er selt av landinum. Í løtuni eru bert tvey skip í vinnu.
Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin fyrstu níggju mánaðirnar í 2005 lækkaður nakað í mun til 2004, og nøgdin er í sama tíðarskeiði minkað munandi.
- Í seinastuni er prísurin á kókaðum rækjum hækkaður nakað í mun til somu tíð í fjør, men munandi broytingar skulu til, áðrenn verandi rækjufloti fær javnvág í rakstrinum. Enn er langt á mál, staðfestir grannskoðarafelagið í roknskapargreiningini.