Argentinski fótbóltsspælarin Alfredo Di Stéfano, sum skeyt eina rúgvu av málum fyri Real Madrid í seksti- og sjeytiárunum, sigur, at Pelé var betri spælari, enn bæði Lionel Messi og Christiano Ronaldo eru.
Í samrøðu við kolombiska blaðið El Colombiano rósar hann landsmanninum Messi, men hann heldur kortini, at Pelé var nakað heilt fyri seg.
-Besti spælari? Tað er Pelé. Messi og Ronaldo eru framúr góðir spælarar við serligum evnum. Men Pelé var betri, sigur Di Stáfano. Spurdur, hvør er betri, Messi ella Ronaldo, svarar hann, at av teimum báðum er Messi tann betri, men hvør sær hava teir serligar eginleikar, sigur Di Stéfano.