Pedofili kann ikki steðgast

- Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum dámar seksuelt. Ístaðin eiga vit at finna útav, hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki. Soleiðis sigur Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sum júst hevur skrivað serritgerð um pedofili

Er pedofili ein sálarsjúka, ella er talan heldur um ein samfelagsligan og moralskan trupulleika. Hetta hevur 30 ára gamla Bjørt Lind úr Havn kannað. Í fjør fór hon undir at skriva serritgerð um mannligan seksualitet og pedofili í sambandi við útbúgvingina sum sálarfrøðingur.

Serritgerðin byrjar við tekstinum úr einum av mongu bókunum, sum hon hevur brúkt sum ástøði í uppgávuni: “one cannot choose to not be a pedophile, but one can choose to not be a child molester.”

- Tað er ilt at siga, hví summir menn kenna seg drignar at børnum. Men eitt eri eg sannførd um: Eingin velur at vera pedofil, tí tað er so mikið stigmatiserað og kriminaliserað, sigur Bjørt Lind, sum býr í Keypmannahavn, har hon eisini hevur lisið seinastu tvey árini.


Fleiri hugsa pedofilistiskt

Tað ber ikki til at siga, at pedofili er vanligt, men sambært Bjørt Lind er veruleikin tann, at summir annars væl fungerandi menn kenna seg drignar at børnum.

- Tað hendir, at menn fantasera seksuelt um børn, men tað kemur ikki so ofta fyri, soleiðis at tú kanst siga, at pedofili er vanligt millum menn, sigur Bjørt Lind og heldur fram:

- Gransking innan økið vísir, at summir menn hugsa pedofilistiskt og hava harvið hetta slagið av tonkum um børn, men tað eri ikki allir sum gera tankarnar til veruleika, greiðir Bjørt Lind frá.

- Tað eru nógvir menn, sum misbrúka børn seksuelt, men ikki eru pedofilar, og tað eru nógvir pedofilar, ið ikki misbrúka børn seksuelt, sigur Bjørt Lind.


Hon heldur ikki, at pedofili er ein sálarsjúka, soleiðis sum ein tann mest nýtta diagnosubókin hjá sálarfrøðingum - The Diagnostic and Statistical manual of mental disorders, 4th text revision (DSM-IV-TR) - lýsir pedofili.


- Tað er ymiskt, hvat fólkum dámar seksuelt. Onkur er til S/M, ein annar til djórasex og ein triðji hevur eina fetish av ávísum slag. Tað vil siga, at tá tosað verður um pedofili, tosa vit um seksualitet. Spurningurin er so, um vit sum samfelag kunnu áseta ein seksualitet til at vera eina sálarsjúku, sigur Bjørt Lind.

Hon vísir á, at nógvir mannligir pedofilar hava ongantíð framt misbrúk ella krenka eitt barn.

- Eru teir so sálarliga sjúkir orsakað av eini avvíkjandi fantasi, sum fá fólk hava? Tí um so er, at fólk kunnu kallast sálarliga sjúk, tí tey hava eina so at siga skeiva fantasi, so eru nógv fólk sálarliga sjúk, heldur Bjørt Lind.

Sjálv er hon ikki í iva um, hvørt pedofili er ein sálarsjúka ella ikki.

- Eftir mínari fatan, liggur tað sjúka í sjálvari gerðini, tað vil siga sjálvum misbrúkinum av børnum. 


Heilivágur nyttar ikki

Og júst tí at tað er gerðin og ikki pedofilistisku tankarnir, sum gera ein persón sjúkan, heldur Bjørt Lind, at pedofilar eiga einans fáa fongsulsrevsing og ikki viðgerðardóm.

- Tað kemur fyri, at ein pedofilur fær tað, sum vit nevna ein viðgerðardóm. Tað vil siga, at viðkomandi skal í medisinska viðgerð og skal ofta eisini ganga til sálarfrøðing, greiðir Bjørt Lind frá.

Men heilivágur nyttar lítið, heldur hon.

- Tað, sum heilivágurin ger, er at niðurseta hugin hjá tí pedofila, men steðgar ikki viðkomandi við at hava teir tankarnar um børn, sum viðkomandi nú einaferð hevur. Ístaðin eiga pedofilar at fara í fongsul í ávíst tíðarskeið, sigur Bjørt Lind.

- Fongsulsdómur er eftir míni fatan einasti mátin at straffa ein pedofilan persón. Á henda hátt kunnu teir møguliga læra, at tað er gerðin ímóti barninum, sum er ólóglig og kriminell, sigur Bjørt Lind.

Pedofili verður í dag fatað sum ein sálarlig sjúka, og so leingi pedofili kann kallast ein sjúka, hava pedofilar rætt til viðgerðardóm. Í meir enn 20 ár hevur verið roynt at broyta pedofili diagnosuna í diagnosubókini hjá sálarfrøðingum.

- Enn stendur pedofili í diagnosubókini. Ein av orsøkunum til at pedofili framvegis ikki er strikað er tann, at fólk eru bangin fyri signalvirðinum. Tað vil siga, at mann ber ótta fyri, at strikar mann pedofili sum diagnosu, kunnu fólk halda, at mann sendir tað signalið, at tað er í lagi at misbrúka børn, sigur Bjørt Lind og leggur afturat:

- Mín meining er, at pedofili átti at verið strikað sum diagnosa, tí tað ber ikki til at broyta seksuellar preferansur.


Samfelagsligur trupulleiki

Men tá pedofili ikki skal síggjast sum ein sálarsjúka, er tað so nakað viðføtt?

- Tað er torført at svara. Eg trúgvi, at í summum førum er pedofili viðføtt. Í øðrum førum er tað ein avleiðing av, at onkur eitt nú hevur verið seksuelt misbrúktur sum barn og tískil úttrykkir sín egna seksualitet á henda hátt, fortelur Bjørt Lind.

Heldur enn at síggja pedofili sum eina sálarsjúku, heldur hon, at talan kann vera um ein samfelagsligan og moralskan trupulleika.

- Samfeløg og lond eru ymisk. Tað, sum er vanligt ella fatað sum normalt her í vesturheiminum, kann vera púra ónormalt aðrastaðni. Eisini er ymiskt, hvat samfeløg uppfata sum verandi eina sálarsjúku, greiðir Bjørt Lind frá.

Hvat pedofili viðvíkur eru lond eisini av ymsum fatanum.

- Nær ert tú barn, og nær ert tú vaksin? Greiningin av hesum vil vera ymisk, alt eftir hvørjum landi tú ert í. Markið fyri hvat er barn, og hvat er vaksin flytist støðugt. Soleiðis hevur tað verið allar tíðir, sigur Bjørt Lind og heldur fram.

- Her í vesturheiminum leggja vit stóran dent á at verja barndómin. Vit halda ikki, at tað er rætt, at børn eru seksuelt virkin fyrr enn ein ávísan aldur. Tí er hugburðurin hjá teimum flestu eisini, at vaksin fólk eiga ikki at gera nakað seksuelt við børn, fortelur Bjørt Lind.

Hon heldur, at pedofili eisini kann tulkast sum ein moralskur trupulleiki.

- Sum samfelag skilja vit millum rætt og skeivt, tað góða og tað ónda. Pedofili verður av mongum sæð sum óndskapur, og á tann hátt kann tað skiljast sum ein moralskur trupulleiki. Pedofili er skeivt og verður aloftast tulkað sum nakað ónt. Men sum sálarfrøðingur kanst tú ikki brúka hasi hugtøkini til nakað. Vit sum sálarfrøðingar verða noydd at halda okkum til vísindalig hugtøk eins og til dømis læknar, sigur Bjørt Lind og leggur enn einaferð áherðslu á, at pedofili neyvan er eitt val, ið fólk gera. Líka mikið hvørji og hvaðani tey eru.

- Eingin velur eina slíka perversión og at víkja so mikið nógv frá vanligari tankagongd og seksualiteti. Tað eri eg sannførd um, sigur Bjørt Lind. 




Navn: Bjørt Lind

Aldur: 30 ár

Bústaður: Er úr Havn, býr í løtuni í Keypmannahavn

Útbúgving: Cand. psyk (BSc í London og Cand. í Keypmannahavn)



Um Bjørt Lind og serritgerðina

Í sambandi við útbúgvingina var Bjørt Lind í 2011 á hálvtára starvsvenjing á deildini fyri seksuelt misbrúkt børn á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. At byrja við var ætlanin at skriva eina serritgerð um hesi børnini, men so varð ikki.

- Tá eg hevði brúkt umleið helvtini av tíðini, eg hevði til serritgerðina, fór eg at hugsa um nakað annað, sum eg helt vera sera áhugavert: Hvørjir eru hesir menninir, sum verða drignir at børnum á ein slíkan hátt, at teir misnýta tey seksuelt? Hvørjar sálarligar mekanismur fara í gongd tá hesir menninir hugsa okkurt ávíst? Tað er sálarfrøðin aftan fyri pedofili, sum eg haldi er ógvuliga áhugaverd, greiðir Bjørt Lind frá.

Hon hevur áður verið frammi í fjølmiðlum, har hon hevur greitt frá pedofili, og tá hava viðmerkingarnar frá fólki verið ikki sørt hvassoraðar og atfinningarsamar.

- Onkur vil vera við, at eg forsvari pedofilar, tá eg sigi, at tað ikki er ein sjúka og ei heldur nakað, sum ein velur at vera. Eg forsvari á ongan hátt pedofili, men eri bara áhugað í sálarfrøðini aftan fyri pedofili og seksualiteti sum heild, sigur Bjørt Lind.

Serritgerð hennara er einans grundað á ástøðiligar tekstir, og tískil hevur hon ikki sjálv eitt nú gjørt samrøður við pedofilar.

Í serritgerðini skrivar hon bert um menn sum pedofilar og ikki kvinnuligar pedofilar.