- Ein viðgerardómur má vera minsta krav!
Tað sigur Gvøðbjørg West, dagligur leiðari, og ráðgevari í felagsskapinum, Kris, sum hjálpir fólki, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn.
Samgongan hevur boðað frá, at tann parturin av revsilógini, sum er um kynslig brotsverk, skal broytast, og samstundis skulu revsingarnar eisini herðast í ávísum førum.
Les eisini: Kynslig brotsverk ímóti børnum revsast harðari
Gvøðbjørg West fegnast um, at samgongan tekur hetta málið upp. Men tað er í hvussu so er eitt, hon saknar í tí, sum liggur í kortunum, og tað er, hvussu tey, sum verða dømd fyri kynslig brotsverk ímóti børnum, skulu dømast.
Hon heldur avgjørt, at tey, sum verða dømd fyri kynslig misbrot ímóti børnum, skulu altíð fáa ein viðgerardóm, afturat einum fongulsdómi.
Tað stendur einki um hetta í uppleggingum hjá samgonguni, men tað heldur Gvøðbjørg West, eigur at vera eitt krav.
Les eisini: Kynsligur ágangur: Freistin skal takast av
- Tað nyttar ikki at pedofil í fongsul, tí verða tey ikki sett viðgerð, eru tey akkurát líka pedofil, tá ið tey koma úr fongslinum aftur. Tí má ein viðgerardómur verða minstakrav í hvørjum einasta føri sigur hon.