Í morgin eru fýra vikur síðani verkbannið byrjaði og í hesum sambandi skipar Pedagogfelagið fyri einum mótmælistiltakið.
- Limirnir ynskja at savnast og vísa sína ónøgd við tann vantandi politiska viljan sum er at loysa verandi sáttmálatrætu, sigur Elin N. W. Tausen, næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag.
- Tað er ein politiskur vilji sum má til fyri at kunna lyfta ein bólk sum okkara upp har á tað støðið, har vit hoyra heima, sigur hon.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at koma og vísa sín stuðul til Føroya Pedagogfelag, sigur hon, men vil tó ikki nágreina, hvør skráin verður til tiltakið, sum verður á Vaglinum klokkan 15.30 í morgin.
Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra samrøðuna við Elin N. W. Tausen.










