Á aðalfundinum í Pedagogfelagnum leygardagin fekk Pedagogfelagið tveir nýggjar nevndarlimir. Fundurin var av teimum fjølmentu, tí einir 450 Pedagogar vóru á fundi.
Í nevndini eru nú aftara rað frá vinstru: Maria Dahl, annar tiltakslimur, Sóleyð Samuelsen, triði tiltakslimur, Jógvan Philbrow, afturvaldur nevndarlimur og Jórun Ennistíg, nevndarlimur.
Fremra rað frá vinstru eru tað Maud Wang Hansen, forkvinna, Jannie Jacobsen, fyrsti titakslimur og Elin N.W. Tausen, nývaldur nevndarlimur.
Á myndini manglar Gurðun Eysturlíð.
Nevndin skipar seg seinni á nevndarfundi.










