20 ár og 8 útgávur eftir, at teir byrjaðu, er grungeorkestrið Pearl Jam klárt við enn eini útgávu, sum kemur seinni í mánaðinum. Hendan 9. útgávan hevur fingið heitið Backspacer.
Sambært bassleikaranum, Jeff Ament, hevur Eddie Vedder nú skrivað nakrar fantastiskar tekstir ?kanska teir bestu nakrantíð. Ìblásturin hevur verið vón ?og tað hongur í stóran mun saman við nýggja amerikanska forsetanum, Barack Obama.
- Hendan fløgan er heilt klárt ein spegilsmynd av tíðini, vit liva í júst nú, sigur Ament við Gaffa.
- Vit høvdu nógva orku, sum vit bara máttu av við nú, og tí endaði tað við eini fløgu. Vit hava framvegis hugin, men vit hava eisini familjur, og tí er tað ringt at finna tíð til at gera útgávur. Men nú kendu vit, at vit høvdu okkurt at hátíðarhalda, og tað gera vit best við tónleiki, sigur Jeff Ament, bassleikari í Pearl Jam.
Backspacer kemur út 21. september, og við sínum nøkrum og tredivu minuttum er hetta tann stytsta útgávan, Pearl Jam nakrantíð hevur gjørt.